Búmerkið hjá felagnum
30. apr. 2024

Føroya Tele og Nema bjóða Wifi Talu.

Allir tele kundar í Føroyum kunnu nú nýta Wifi talu.

WiFi-tala gevur tær møguleika at ringja og smsa gjøgnum breiðband (WiFi-samband). 

Nýggja tænastan letur upp fyri, at Føroya Tele og Nema kundar kunnu ringja og smsa til dømis umborð á skipum ella pallum, har einki fartelefonsamband er. Hetta kann soleiðis verða við til at loysa avbjóðingina við at móttaka sms í samband við eitt nú góðkenning av netbankaflytingum, tá ein er umborð.

WiFi-tala er treytað av, at kundin:

1. Hevur fartelefon, sum virkar saman við tænastuni
2. Virkjar WiFi-talu á fartelefonini
3. Hevur nøktandi breiðbandssamband

Meira kunning fæst við at venda sær til Føroya Tele ella Nema.