* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bingjuskipið, Rise Shine.

Týsdagin í farnu viku rak bingjuskipið, Rise Shine, á land við Nakhodka í Japanska Havinum - í Russlandi. Nú eru 100 tons av teimum 300 tonsunum av brennievni, sum vóru umborð, fingin úr skipinum.

 

Ein russisk tyrla bjargaði kinversku manningini upp á 14 í land, og sagt verður, at eingin teirra var løstaður.

 

Hóast ringt veður hevur verið á leiðini, er tað eydnast bjargingarfólkum at pumpa ein triðing av brennievninum úr tangunum. Arbeiðið hevur skund, tí fleiri sprungur eru komnar í skrokkin.

 

Bingjuskipið, sum er 518 teu stórt, sendi út neyðarkall klokkan 06.02 lokala tíð. Sambært Maritime Bulletin var skipið komið til havnina í Vostochniy úr Busan, men leitaði sær lívvd fyri storminum í Vostok-víkini.

 

Men veðrið var so vánaligt, at skipið kortini rak á land.

 

Kelda: Maritimedanmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=04K2V1hYfzQ]
Sjónvarpsupptøkur av bjargingararbeiðnum.