* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
11 av manningini á Pomerenia Sky vórðu rænd leygardagin. Níggju sluppu til rýmingar.

11 sjófólk rænd av skipi hjá Maersk Line

Sjóránarar í Nigeria rændu leygardagin 11 av manningini á einum bingjuskipi hjá Peter Döhle Schiffahrts, og sum Maersk Line hevur leigað. Tey 11 av manningini eru tikin gíslar, meðan níggju onnur eru sloppin burtur.

 

Tað er Reuters, sum hevur tíðindini frá pólskum miðlum. Pólsku miðlarnir umrøða álopið, tí átta av manningini eru póllendingar. Midocean, sum rekur skipið fyri Peter Döhle Schiffahrts, váttar eisini tíðindini.

 

Haraftrat hevur ShippingWatch fingið vátta tíðindini frá Maersk Line.

 

- Vit kunnu vátta, at leigaða skipið Pomerenia Sky, sum Midocean rekur, er álopið á veg til Onne í Nigeria hin 27. oktober í 2018. Eftir álopið vóru níggju av manningini funnin í øllum góðum, men vit mangla hini 11. 

 

- Maersk Line samstarvar við Midocean, og vit gera okkara besta at stuðla í hesi truplu støðuni, skrivar Maersk Line til ShippingWatch.

 

Týski miðilin Hans International Maritime Journalskrivar, at átta av teimum rændu eru póllendingar, tveir filipinar og ein ukraini.

 

Pormerenia Sky er eitt 2.500 teu stórt bingjuskip. Tað varð smíðað í 2007 og siglir undir liberiskum flaggi.

 

Kelda: ShippingWatch