* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hospitalsskipið, Africa Mercy.

110.000 skurðviðgerðir á heimsins størsta hospitals-skipi

Týsdagin í farnu viku, 1. februar, legði heimsins størsta flótandi sjúkrahús ”Africa Mercy” enn einaferð til bryggju í Dakar, høvuðsstaði Senegals. Hesar komandi 10 mánaðirnar fara í túsundatali av senegalesum at vitja umborð her til ókeypis kanningar, skurðviðgerðir og endurvenjing.


Umborð á Africa Mercy, sum hjálparfelagsskapurin Mercy Ships eigur, telur manningin omanfyri 400 sjálvboðin fólk úr umleið 50 ymiskum londum. Fleiri føroyingar hava eisini tænt umborð her gjøgnum árini.
Vert er at leggja merki til, at øll manningin - bæði skipari, yvirlækni, maskinstjóri og heilt til reingerðarfólk, prest, og lærarar og øll hini heilsustarvsfólkini eru sjálvboðin, og tey gjalda sjálvi fyri uppihald og ferðing.

Í Dakar eru tey nú til reiðar at veita hesum neyðstøddu fólkunum eina viðgerð, sum aftur gevur tí sjúka eitt nýtt lív (sí viðheftu mynd). Síðani 1978 eru nærri 110.000 skurðviðgerðir gjørdar umborð.
Africa Mercy, sum er tann gamla Stórabeltsferjan ”Dronning Ingrid”, finst alt tað, sum hoyrir einum sjúkrahúsi til, umframt tað sum krevst til stóru manningina – so sum handil, banki, venjingarhøli, konsert- og møtisalur og góð matstova. Her er tí í roynd og veru talan um eina lítla og væl útgjørda bygd á kjøli.
Í næstum fara so fyrstu fólkini umborð á Africa Mercy at fáa sær læknahjálp. Men søgan er størri enn henda, tí um ein mánað ella so fer eitt enn størri skip enn Africa Mercy at gera sama arbeiði. Hetta skipið, ”Global Mercy” er nú ávegis til Senegal í somu ørindum.

Hetta skipið er bygt júst til endamálið, er 174 metrar langt, hevur 12 dekk og pláss til eina manning uppá 641 fólk. Umborð eru seks stovur til skurðviðgerðir og omanfyri 100 sengur til sjúklingar.