Elsta ferjan í sigling í Finnlandi verður landsins fyrsta fullrikna elektriska ferðamannaferja. Åbo Kommuna hevur alment sett søguligu Föri-ferjuna í sigling aftur, og hon siglur nú við elmegi uttan útlát av skaðiligum evnum. Hetta gevur størri effektivitet, minni óljóð og skerdar rakstrarútreiðslur.
”Föri-ferjan er ein tjóðarskattur, men við sínum gamla dieselmotori var brennievnisnýtslan og dálkingin stór, og samlaði effektiviteturin var vánaligur. Visedo Power flytur 100 ára gamla farið inn í 21. øld uttan at broyta sniðið á skipinum og hevur null dálking við sær”, sigur Visedo-verkfrøðingurin Heikki Sallinen.
Föri varð sjósett í 1904, tá Åbo kommuna bílegði eina pendlaraferju frá lokalu skipasmiðjuni, Aktiebolaget Vulcan, at flyta ferðafólk tvørturum Aura-ánna. Lítla ferjan er nú eitt elskað flutningsikon hjá býnum.
Síðani hevur karakteristiska lítla orangelitta farið, ið er navngivið eftir svenska orðinum fyri ferju, "färja", siglt nonstop fram og aftur um ánna í meira enn hundrað ár.
Nú verður ferjan rikin við streymi úr battaríum, ið verða lødd um náttina. Nýggja elskipanin ger tað møguligt at brúka ein ella tveir motorar. Hetta hevur serligan týdning undir viðurskiftum, tá farvatnið um veturin er plágað av ísi. Hetta ger tað eisini møguligt at viðlíkahalda motorarnar upp á skift, uttan at bróta siglingina av.
Kelda: Visedo