* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Stolt Groenland, sum eldur kom í leygardagin, meðan tað lá við bryggju í Suðurkorea.

12 løstað eftir spreinging á norskum skipi

Tólv fólk vórðu løstað eftir eina spreinging og eld í tveimum tangaskipum í Ulsan í Suðurkorea leygardagin.

 

“Stolt Groenland”, sum norska ojutangaskipið eitur, lá við bryggju í suðurkoreiska havnarbýnum í landsynningspartinum av Suðurkorea, tá spreingingin hendi fyrrapartin leygardagin.

 

Spreingingin elvdi til, at eldur komi í, og eldurin breiddi seg víðari til eitt annað skip, sum lá beint við síðuna av. Tað tók sløkkiliðum nógvar tímar at sløkkja eldin.

 

Manningin á Stolt Groenland upp á 25, og manningin á hinum skipinum, sum var upp á 21 sjófólk, varð flutt burtur.

 

Tólv fólk fingu løstir – ein teirra álvarsligar løstir, sambært myndugleikunum.

 

Níggju teirra, sum fingu løstir, eru úr Suðurkorea, meðan tjóðskapurin hjá hinum er ókendur. Tað er eisini ógreitt, hvørjum skipi, tey vóru í, sum fingu løstir, eins og tað er ógreitt, um sjófólkini fingu skaða av spreingingi ella eldinum.

 

Stolt Groenland er skrásett á Cayman-Island, og tað er norsk-luxemburgska reiðaríið, Stolt-Nielsen, ið eigur skipið.

 

Kelda: Aftenposten