* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

12 mans farnir av Natiq Aliyev

12 av manningini á tangaskipinum Natiq Aliyev, sum verður hildið aftur í Danmark, mynstraðu av skipinum í gjár. Sjey eru framvegis umborð.

Turkiska tangaskipið 'Natig Aliyev' verður framvegis hildið aftur í Aalbæk víkini í Norðurjútlandi, men í gjár vórðu 12 russarar av manningini, ið telur 19, fluttir í land, og teir fóru síðani víðari við flogfari heim.

Tað upplýsir Morten Bach, sum umboðar altjóða flutningsarbeiðarafelagið, ITF, í Danmark fyri DR P4 Nordjylland.

'Natig Aliyev' hevur verið hildið aftur síðani 7. februar.

Sambært manningini høvdu teir ikki fingið løn í fleiri mánaðir, og eitt skifti høvdu teir hvørki proviant ella brennievni umborð.

Danska Sjóvinnuráðið var umborð hósdagin og fríggjadagin, tí ógreitt var framvegis, um øll manningin hevði fingið pengarnar, sum teir áttu til góðar.

Morten Bach sigur við Ritzau, at líkt er til, at teir hava fingið írestandi lønina útgoldnað.

- Reiðaríið skyldar eini fyritøku pengar, og fyritøkan hevur biðið rættin í Hjørring um at taka arrest í skipinum, og tað er tað, sum er gjørt, sigur hann.

Turkiska reiðaríið Palmali, sum russar standa aftanfyri, eigur tangaskipið.

Sambært Morten Bach skyldar Palmali 555.000 dollarar til viðkomandi fyritøku.

Hetta er triðju ferð í eitt gott ár, at sjófólk eru slept upp á fjall í Danmark undir líknandi umstøðum.

Í oktober 2017 snúði tað seg um eina manning upp á 16 á tangaskipinum ’Masalli’, sum lá í Aarhus og sum turkiska reiðaríið Palmali eisini átti. Og í januar 2017 slepti norska Minor Shipping, sum eigur skipið ’Henriette’, seks filippinskum sjómonnum upp á fjall í Marstal.

Kelda: soefart.dk