* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hesir hálaðu tunfiskin umborð undir fiskiskapi eystanfyri Hetland. Hann vigaði 204 kilo og við einum kiloprísi upp á 610 krónur, varð hann seldur fyri nett 124.440 krónur. (Mynd: PRIVATFOTO)

125 tús. kr. fyri ein risastóran tunfisk

Tvey met vórðu sett, tá ein 204 kilo tungur tunfiskur í gjár varð seldur á uppboðssøluni í Hanstholm.

- Vit selja fisk hvønn dag, men vit hava ikki selt ein slíkan áður. Hetta er sera sjáldsamt, sigur uppboðssøluleiðarin Jes Holm Sørensen.

Tunfiskurin vigaði 204 kilo og varð seldur fyri 125.000 krónur. Tað svarar til 610 krónur fyri kilo.

- Prísurin er met fyri ein fisk. Tað er kiloprísurin eisini. Eg havi ongantíð selt fisk fyri 610 krónur kilo áður. So hetta hevur verið ein serlig hending í dag, sigur uppboðssøluleiðarin.

"Sera spennandi"

Henrik Høyer skipari var við til at fáa tann 204 kilo tunga tunfiskin inn á dekkið.

- Vit høvdu úr at gera við at fáa hann bjargaðan umborð. Hann var jú so stórur. So adrenalinið var heilt uppi at koyra, tí tað var sera spennandi, greiðir Henrik Høyer frá. Hann er skipari á fiskifarinum HM128 Borkumrif.

Hann og starvsfelagarnir fiskaðu eftir millum annað toski við troli, tá teir fingu tann nærum hálvantriðja metur langa tunfiskin í trolið 50 til 60 fjórðingar eystanfyri Hetland.

- Eg vænti ikki, at vit fáa ein slíkan aftur. Hetta var once in a lifetime, sigur Henrik Høyer.

Kelda: dr.dk