* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Mærsk-stjørnan fyllir í hesum døgum 135 ár. Alt byrjaði við einari bøn til Gud – av skipsdekkinum.

 

Upprunin til eyðkennismerkið á mongu bláu skipunum hjá Mærsk hevur sín uppruna langt áðrenn, A.P. Møller-Mærsk varð stovna. Tað hendi, tá pápi A.P. Møller, Peter Mærsk Møller, í 1886 yvirtók sítt fyrsta dampskip, SS Laura. Seinni varð svarti skorsteinurin  prýddur við ljósabláa og hvíta litinum.

 

Tað skrivar danski miðilin Søfart.

 

Ein annar danskur miðil, Kristeligt Dagblað, skrivar eisini um eyðkenda búmerkið hjá Mærsk:

 

- Mærsk-navnið er eitt gamalt ættarnavn úr Slesvig, nevniliga frá faðir A.P. Møller, Peter Mærsk Møller, sum var skipsførari.

 

Hesin Peter Mærsk Møller var úti fyri einari serligari hending, sum endaði við kenda búmerkinum. Eitt kvøldið, tá veðrið var vánaligt, nógvur vindur og kalt, var “kaptajn Peter Mærsk Møller” á ferð við skipi sínum. Brádliga kendi hann slíkan ekka á sær og hugsaði nógv um konu sína, sum lá illa sjúk heima. Gamli skiparin kendi seg máttleysan, og kendi samstundis eina inniliga trongd at biðja til Gud.

 

Har á dekkinum boygdi hann knøini og bað fyri konu síni. Hann bað eisini Gud geva sær eitt tekin um, at bønin varð hoyrd. Í somu løtu upplivdi hann, at skýggini tóku seg sundur, og ein lítil hvít stjørna trein fram í himmalhválvinum.

 

Tá skipið kom í havn, frætti Peter Mærsk Møller, at konan nú hevði tað nógv betri.

 

Síðan er stjøran á bláa himmalinum vorðin kendasta skorsteinsbúmerki í heiminum.

 

Keldur: Kristeligt Dagblad / Søfart