* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

143 norsk frálandsskip eru arbeiðsleys í løtuni

Meðan oljuvinnan ætlar at halda fram við at skerja útreiðslurnar, heldur leiðarin í norska reiðarafelagnum, at onki er at fara eftir hjá veitarunum meira.

Sum avleiðing av oljuafturgongdini hava mong í vinnuni framt umfatandi útreiðsluskerjingar. Í síðstu viku legði Konkraft fram síni tilmæli fyri vinnuna, har mælt verður til upp aftur fleiri skerjingar í árunum, sum koma.

Leiðarin í norska reiðarafelagnum, Harald Solberg, ávarar ímóti at trýsta leigugjøldini upp aftur longur niður.

– Ætla innkeyparar at leggja trýst á veitararnar, so skulu teir vita, at har er ikki meira at koma eftir, sigur hann við Dagens Næringsliv.

Solberg heldur, at gjøldini longu eru trýst nóg hart, og vísir á, at mong skip liggja arbeiðsleys.

– Vit eru nú komin niður á eitt slíkt støði, at vit stúra fyri, at upp aftur fleiri útreiðsluskerjingar fara at hava álvarsama ávirkan á førleikar, orku og evnini at taka lut í nýggja vøkstrinum, sigur hann við blaðið.

Í løtuni liggja 143 skip arbeiðsleys, upplýsir Opplagsregisteret. Í fjør segði Synnøve Gjønnes, greinari hjá Pareto, við Sysla, at allarflestu skipini ongantíð fara at loysa aftur frá boyunum, har tey liggja.

Eirik Jacobsen í DNV GL segði í fjørsummar, at markið fyri at liggja við teym, er eitt ár.

Kelda: sysla.no