* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bílagt kinesiskt marglætisskip.

15 marglætisskip um árið í 2030

Bureau Veritas væntar, at kinesiskar skipasmiðjur í 2030 fara at kunna smíða upp í 15 marglætisskip um árið. Ein stórur partur fer til kinesiska heimamarknaðin, sum veksur samstundis sum kinesiska miðalstættin veksur.

 

- Vaksandi kinesiska miðalstættin vil hava high-end frítíðartilboð, og vit halda, at marglætisídnaðurin verður rættiliga stórur í Kina, sigur Raoul Jack, forstjóri í Ship & Ferry Services, North Asia, fyri Bureau Veritas.

 

Hann heldur tað ikki vera nóg mikið fyri kinesarar, at nógv marglætisskip koma til Kina og sigla í Kina, teir vilja sjálvir smíða hesi skipini. Og gongd er longu komin á arbeiðið at smíða marglætisskip í Kina – og til kinesarar.

 

- Vit hava útvega okkum eina menningarmiðstøð í Shanghai, fyri á tann hátt at stuðla marglætis-skipasmíði, sigur Chen Shi, stjóri í Shanghai Rules & Research Institute.

 

Fyrsta marglætisskipið til kinesarar, sum er smíða á týskari skipasmiðju, setir kós móti Kina um nakrar fáar mánaðir.

 

Kelda: Maritime Danmark