
Tey 15 av manningini á kemikaliutangaskipinum, Davide B, sum sjórænarar lupu á fyri sløkum tveimum vikum síðani, hava givið lívstekin frá sær. Tað upplýsir De Poli Shipmanagement. Manningin varð rænd í Guineavíkini.
Sambært De Poli er rænda manningin saman og hevur tað gott hóast truplar umstøður.
Sambært trygdarfelagið, Dryad Global, gingu sjórænarar upp á Davide B. tætt við markið til “ekslusiva fíggjarøkið” í Nigeria. Hetta er eitt økið, har sjórænarar ofta gera um seg.
Í 2020 framdu sjórænarar fimm álop í einum radiusi upp á 56 kilometrar frá álopinum á kemikaliutangaskipið.
Danska Fólkatingið samtykti týsdagin í seinastu viku, at ein donsk fregatt skjótt skal sendast til Guineavíkina fyri at ræða- og stríðast ímóti sjórænarum í økinum.
Kelda: ShippingWatch / Maritimedanmark