* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

162.381 kr. feldu maskimeistarafelagsformann

Tað var ein "óskjalprógvað fíggjarlig skuld upp á 162.381 kr.", sum feldi Per Jørgensen sum formann í danska maskinmeistarafelagnum.

Ein "óskjalprógvað fíggjarlig skuld" upp á 162.381 kr. var orsøkin til, at formaðurin í Maskinmestrenes Forening í mong ár, Per Jørgensen, noyddist at leggja frá sær. Upplýsingarnar komu fram á aðalfundinum hjá felagnum í síðstu viku.

Upphæddin varð tikin út á kredittkortinum hjá formanninum, men vísti seg ikki at hava nakað samband við starv hansara sum formaður.

Tað var virkandi formaðurin í Maskinmestrenes Forening, Jan Rose Andresen, sum boðaði frá hesum í formansfrágreiðing síni.

Hann viðgekk samstundis, at talan var um eitt víðgongt stig frá nevndarinnar síðu, tá nevndin seinni gjørdi av at koyra Per Jørgensen úr felagnum, sjálvt um hann longu hevði lagt frá sær sum formaður.

- Til tess at tryggja framtíðina hjá felagnum noyddist nevndin at strika Per Jørgensen sum lim í felagnum sambært § 8a í viðtøkunum. Tað er sjálvandi altíð eitt álvarsamt stig at koyra ein lim úr einum felag, men í aktuellu støðuni, var metingin hjá nevndini, at tørvur var á at senda eitt greitt signal til umheimin um framtíðar viðurskiftini hjá felagnum.

Kelda: soefart.dk