* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

17 sjófólk rænd av tveimum skipum

Bara fáir tímar vóru ímillum tvey álop á tvey skip við kinverskum og ukrainskum sjófólkum mikudagin út fyri Douala í Kamerun. Tað vátta myndugleikarnir í landinum fyri AFP-tíðindastovuni. Seytjan sjófólk vórðu rænd.

 

Keldur í kamerunska flotanum vilja vera við, at tað vóru nigeriskir sjórænarar, ið lupu á tey bæði skipini, annað teirra var eitt skip, sum týskarar eiga. Tólv fólk vóru við tí skipinum.

 

Tá lopið varð á hitt skipið, sum er heimahoyrandi í Grikkalandi, vórðu níggju av teimum 21 av manningini rænd.

 

Leitað verður nú eftir rændu sjófólkunum.

 

Kelda: Maritime Danmark