* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
18 av manningini á hesum russiska trolaranum vóru smittaðir við koronu, ein teirra er deyður.

18 av manningini upp á í alt 34 eru smittaðir av koronu umborð á russiska trolaranum, Oma, sum kom til Bergen um vikuskiftið. Av teimum 18 var ein av manningini deyður, longu tá skipið kom til Bergen.

 

Kommunan í Bergen syrgir fyri, at neyðugir myndugleikar taka sær manningini og hava sett tiltøk í verk, soleiðis at smittan ikki breiðir seg til aðrar borgarar í Bergen.

 

- Tamarhald er á støðuni. Smittaða manningin er sett í avbyrging frá restini av manningini, sigur smittulæknin, Egil Bovim, í einum tíðindabrævi.

 

Í vikuskiftinum vóru koronuroyndir tiknar av manningini við landgongina, og eingin av manningini fekk loyvið at koma í land til annað enn at taka koronuroynd.

 

- Vit taka hædd fyri, at báturin verður liggjandi, til manningin er frísk og er komin út aftur úr avbyrging, sigur stjórin í Bergen Havn, Johnny Breivik.

 

Kommunan samstarvar við Bergen Havn og løgverjuna um, hvussu víðar skal farast fram.

 

Kelda: Skipsrevyen