* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

176 ára gamalt norskt frálandsfelag á húsagang

Nevndirnar í siðbundnu feløgunum Halvorsen Group og Halvorsen Offshore hava gjørt at koyra 176 ára gamla sjóvinnu- og frálandsfelagið á húsagang. Tað boðar Sandnes Sparebank frá í eini fráboðan til keypskálan í Oslo. 

Bankin upplýsir, at hann nú er í tingingum við eigararnar um at tryggja víðari rakstur av hinum feløgunum í samtakinum.

Halvorsen Group vil ikki gera viðmerkingar til málið.

Halvorsen Offshore hevur sambært sínum egnu heimasíðum rikið ídnaðarvirksemi innan sjó- og frálandsvinnu síðani 1842.

Halvorsen Offshore var undirveitari, tá Apply Sørco læt vatnreinsianlegg til Troll C-pallin hjá Statoil, eitt samstarv sum seinni endaði í rættinum, eftir at Apply Sørco ákærdi Halvorsen Offshore fyri at skriva ov stórar rokningar.

Anleggið varð bæði seinkað og nógv dýrari enn mett. Orsøkin var sambært Halvorsen Offshore, at Statoil í fleiri førum hevði ilt við at taka støðu til, hvørjar loysnir skuldu veljast, skrivar Sysla.

Í 2015 varð Apply Sørco tó dømt at rinda 33,4 miljónir norskar krónur til Halvorsen Offshore.

Kelda: e24.no