* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 
Clifford Maersk.

177 kg av kokaini funnið undir Maersk-skipi

Meksikanski herflotin skrivar í einum tíðindaskrivi 6. juni, at myndugleikarnir hava funnið 177 kilo av kokaini í trimum metalhylkjum upp á 1,75 × 0,5 metrar, sum vóru festir undir fremsta partinum av skrokkinum á bingjuskipinum Clifford Maersk. Kokainið verður mett at hava eitt virði á gøtuni upp á umleið 63 miljónir krónur.

Kavarar hjá herflotanum funnu kokainið undir einum felags átaki við luttøku av fleiri ymsum myndugleikum, eftir at skipið kom at bryggju í havnini Lazaro Cardenas í Meksiko. Sambært meksikonskum miðlum luttóku útivið 50 persónar í átakinum.

Clifford Maersk siglir á Trans-Pacific AC2- rutuni, har Manzanillo í Meksiko og Busan í Korea eru næstu havnirnar á rutuni. Clifford Maersk er upp á 7.060 TEU og siglir undir donskum flaggi.

Kelda: NORESTE/maritimedanmark.dk