* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Stóru nøgdirnar av kokaini vóru funnar umborð á hesum skipinum.

18 tons av kokaini umborð á MSC-skipi

Í alt 18 tons av kokaini eru higartil funnin í bingjum umborð á MSC-skipinum, MSC Gayane. Tað eru tvey tons meira enn higartil hildið. Kanningarnar av skipi og bingjum halda fram.

 

Fyrstu ferð, nøgdin av kokaini varð gjørd upp, komu myndugleikarnir til 15.582 kilo, men nú hava tollmyndugleikarnir funnið í minsta lagi tvey tons aftrat. Myndugleikarnir siga, at rúsevnið hevur 1,3 milliardir dollarar í virði, um tað varð selt á gøtuni.

 

Uppgerðin er bara fyribils, tí nú fara tollmyndugleikarnir at burturbeina og skanna allar bingjur og síðani at kanna skipið betur fyri at vita, um kokain er goymt aðrastaðni umborð.

 

- Í dag kann eg almannakungerða, at CBP (Customs and Border Protections) hevur funnið størstu nøgdina av kakaini í 230 ára longu søguni, og rúsevnið vigar 39.525 pund, sigur Casey Durst, leiðari á kanningardeildini hjá CBP í Baltimore.

 

Tað var um kvøldið hin 16. juni, at tollarar funnu okkurt óvanligt í sjey bingjum, og røntgen-kanningar dagin eftir vístu, at okkurt var, sum tað ikki átti at vera. Tá var tað stóra nøgdin av kokaini.

 

Kelda: ShippingWatch