* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

20 ár síðani eina av ringastu skipsvanlukkunum í Noregi

Í gjár vóru 20 ár síðani snarbáturin og tvíkiljan, Sleipner, sigldi á eitt sker har úti í Hardangerfjørðinum og sakk. Við vóru í alt 85 fólk, 16 teirra doyðu, meðan 69 vórðu bjargað í einari av ringastu skipsvanlukkunum í Noregi í nýggjari tíð.

 

Boðað varð frá nógvum vindi við ælaveðri, tá M/S Sleipner fór úr Haugesund við kós móti Bergen kl. 18.50 hin 26. november 1999. Tað gjørdist seinasti túrurin hjá tvíkiljuni.

 

Bara 18 minuttir eftir at hava loyst, rakti skipið skerið “Store Bloksen” heilt har úti í Hardangerfjørðinum.

 

Skiparin boðaði Høvuðsbjargingarsentralinum frá, at skipið var strandað. Men hann rópti ikki mayday. Tað gjørdi bjargingarsentralurin hinvegin, og eftir fáum minuttum settu fleiri skip kós móti Sleipner.

 

Kl. 19.35 ljóðar í Rogaland Radio, at Sleipner er rikin av skerinum. Tá verður roknað við, at skipið fer at søkka. Tað verður eisini váttað kl. 19.48, tá M/S Askita boðar frá, at Sleipner er sokkin.

 

“Vit hoyrdu ein brest. Báturin steðgaði ikki serliga brádliga. Vit fingu onga kunning. Vit tóku bara nakrar bjargingarvestar,” segði eitt av bjargaðu ferðafólkunum, Håvard Røssland.

 

“Fólk vóru ikki frá sær sjálvum umborð í byrjanini, men tá vit høvdu staðið á skerinum eina løtu, kom sjógvurin skolandi omanyvir. Tá gjørdust fólk ræðslusligin,” segði Røssland.

 

Orsakað av nógva vindinum fór fyrsta tyrlan ikki avstað móti vanlukkustaðnum fyrr enn kl. 19.46 og var yvir staðnum kl. 20.50.

 

Gongd var í bjargingararbeiðinum alla náttina og til kl. 18.00 leygardagin, tá bjargingararbeiðið varð avblást. Tá var støðan tann, at 16 fólk vóru deyð.

 

Seinni vórðu bæði reiðarí og skipari stevnd. Skiparin varð dømdur seks mánaðar treytaða fongsulsrevsing við einari royndartíð uppá tvey ár fyri at hava verið óansin. Reiðaríið, Hardanger Sunnhordlandske Dampskipsselskap í Bergen, varð frídømt.

 

Vanlukkan førdi til nógvar batar av trygdini á snarferju-leiðunum. Millum annað vórðu sett upp serlig siglingarmerki til snarbátar burturav, og aldumátarar vórðu eisini settir út framvið við norsku vesturstrondini.

 

Kelda: Maritimedanmark


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=dey8pkySugs]
Myndir av Sleipner bæði áðrenn og eftir vanlukkuna.