* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

20. august kemur MLC sáttmálin í gildi

Hetta er dagurin mong hava bíða eftir í mong ár. Hesin millumtjóða sáttmálin skal forða fyri sosialari dumping á heimshøvunum. Eisini skal hann tryggja javnbjóðis kappingarstøðu millum heimsins siglandi tjóðir.

ST felagsskapurin International Labour Organisatiation (ILO) hevur samtykt MLC sáttmálan. Hetta stendur fyri Martime Labour Convention, og er ein samanskriving av øllum samtyktum ILO konventiónum so at hesar nú eisini galda á sjónum. ILO er eitt 3 partafelagskapur har stjórnir, arbeiðsgevarar og fakfeløg eru umboðað.

Í mong ár hava vit havt stórar trupulleikar á heimshøvunum orsaka av, at summi lond hava als ongar reglur um hvørji sosial rættindi sjómenn skulu hava. Hetta hevur ført til eina sera ójavna kappingarstøðu, sum eingin hevur kunna gjørt nakað við. Altjóða fakfelagsrørslan hevur í mong ár roynt at tvinga reiðarar at halda nakrar minimustreytir, men lóggávan í nógvum londum hevur forða hesum arbeiði.

Arbeiðið við MLC byrjaði í 1990, og hann var samtyktur í 2006. Hann kundi fyrst koma í gildi 1 ár aftaná, at 30% av heimstonnaguni og 35 lond høvdu góðkent hann. Tað kann undra mong, at ES londini ikki vóru við í samtyktini. Hetta kann komast av, at fleiri av ringastu skiparegistarum eru í fyrrverandi fronskum, hálendskum, bretskum og týskum hjálondum.

Heilt ítøkjuliga merkir MLC, at nú skulu øll handilsskip hava 2 MLC sertifikat umborð, tað fyrra skal prógva, at flaggstaturin livur upp til krøvini. Tað seinna er eitt prógv uppá, at einstaka reiðaríið hevur mannagongdir, sum tryggja manningini tey rættindi, sum sáttmálin áleggur.

MLC verður ein partur at Port State Control í framtíðini, so umráðandi er at hava øll hesi viðurskifti í ordan. Vit kunnu vænta, at inspektørar fara at kanna um manningin fær hýru útgoldna regluliga, um manningarrúm eru rein og nosslig og um kosturin er nøktandi. Arbeiðsumstøður og trygdarviðurskifti kunnu eisini verða kannað.

Skip úr okkara parti av heiminum fara neyvan at hava torført við at uppfylla treytirnar í MLC, men tó kunnu tað altíð uppstanda misskiljingar um, hvussu ein uppfyllir allar treytir. Tað eru mong, sum vænta at skip úr teimum vánaligastu skipaskráunum so sum Mongolia, Kuba, Burma osv fara rættuliga skjótt at hvørva úr evropeiskum havnum.

Føroyskir myndugleikar hava eisini heimild at kanna og afturhalda útlendsk skip um illgruni er um, at MLC treytirnar ikki eru uppfyltar.

Umráðandi er, at allir yvirmenn seta seg væl inn í nýggju reglarnar, so forðast kann fyri misskiljingum og óneyðugum afturhaldingum í fremmandum havnum. Klassafeløgini fara at útskriva MLC prógvið til reiðaríini. Vit mæla øllum til at taka væl ímóti nýggju reglunum, tær eru heilt víst til okkara fyrimun, hóast hetta gevur nakað av eyka arbeiði.

Skrivað hevur Eyðstein Djurhuus,
vegna Mið og Magn