* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

22 miljónir í stuðuli til havrannsóknarskipið

Mest skal hava góðar 22 mió. kr. í stuðli úr landskassanum fyri at byggja havrannsóknarskipið. Stuðulin kemur afturat byggikostnaðinum, sum er góðar 276,7 milliónir krónur.

Í brævi til Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum skrivar Høgni Hoydal, landsstýrismaður, at sambært lóg um studning til skipasmiðjur eiga skipamsmiðjur at fáa átta prosent av sáttmálaprísinum í stuðli til skipasmíð.

Tað er ein treyt fyri sáttmálanum millum Mest og Fiskimálaráðið, at Mest fær hendan stuðulin, stendur í brævinum til Fíggjarnevndina.

Kostnaðurin útivið 300 milliónir

Stuðulin verður góðar 22 milliónir, sum eru átta prosent av byggikostnaðinum í treytaða sáttmálanum millum Mest og Fiskimálaráðið.

Stuðulin kemur afturat sáttmálakostnaðinum, so havrannsóknarskipið kemur upp í 300 milliónir krónur.

Fíggjarnevndin hevur eitt uppskot frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um at hækka upphæddina í verklagslógini um nýtt havrannsóknarskip úr 215 milliónum krónum upp í 286 milliónir krónur. 

Kelda: kvf.fo