* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Løgreglan hevur skuldsett 23 ára gamlan mann fyri dráp.

23 ára gamal maður skuldsettur fyri dráp

Politiið í Føroyum hevur tikið kanningararbeiðið uppaftur í sambandi við illgrunasama deyða Mariu Fuglø Christiansen úr Hvannasundi, sum varð funnin deyð á sjónum í november 2012.

Kanningarnar í málinum viðførdu, at ein 23 ára gamal maður 11. juli 2018 varð skuldsettur fyri dráp. Skuldsetti varð avhoyrdur og noktaði seg sekan.

Skuldsetti noktar at úttala seg til politiið.

15. august 2018 varð í tíðindaskrivið heitt á fólk, sum hildu seg vita okkurt um málið, um at venda sær til politiið.

Hetta førdi við sær, at politiið fekk nýggjar upplýsingar í málinum.Politiið arbeiðir miðvíst við at avhoyra hesi fólk.

Tøkniliga menningin hevur eisini ført nýggjar kanningarmøguleikar við sær.

Enn er sera umráðandi at fólk, íð halda seg vita nakað um málið, venda sær til politiið.

Við atlitið til kanningararbeiðið, hevur politiið ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.

Undirskriva fráboðanina frá løgregluni hevur Heri Andreassenkanningarleiðari.

Kelda: Løgreglan í Føroyum