* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 
Mynd: Sverri Egholm. Portal.fo

23 skip komin til Havnar at mótmæla

Fiskiskip stevna á Havnina at vera við í mótmælistiltakinum hjá Fiskimannafelagnum og Skipara- og navigatørfelagnum, nú Løgtingið í dag fer at viðgera fiskivinnunýskipanina hjá samgonguni.

Klokkan hálvgum sjey í morgun vóru 16 fiskiskip komin á Havnina síðani á midnátt. Síðani eru fleiri komin aftrat, og nøkur liggja og bíða í Nólsoyarfirði.

Roynt verður sum frægast at fáa øllum pláss við bryggju, sigur vakthavandi á Tórshavnar havn. Um 9 tíðina vóru 23 skip komin á Havnina.

Kelda: kvf.fo