* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Útivið 2.300 hava søkt 34 størv, ið skulu setast umborð á nýggja norska havrannsóknarskipinum, FF Kronprins Haakon, ið verður tað mest framkona skipið av sínum slag í heiminum. Umsóknarfreistin var úti síðsta mikudag, tvær vikur eftir, at størvini vórðu lýst leys.

Flestu umsøkjararnir koma úr frálandsvinnuni, og fleiri hava royndir innan fiskivinnu. Meginparturin av umsøkjarunum eru norðmenn, men umsóknir eru eisini komnar úr øðrum norðurlondum, upplýsa norsku myndugleikarnir.

Kronprins Haakon verður bygdur á italsku skipasmiðjuni Fincantieri og kostar 1,4 mia. norskar kr.

Skipið fer at hava heimstað í Tromsø, og Norsk Polarinstitutt verður formligi eigarin vegna norsku stjórnina. Skipið, ið fór av barkastokki 1. mars, verður latið eigarunum seinni í ár og fer fyrstu rannsóknarferð sína eftir nýggjár.

Skipið er útgjørt sum ísbrótari og skal serliga virka í polarum farvøtnum. Tað er 100 metrar langt, 21 metrar breitt og er umleið 9.000 bruttotons.

Umborð er pláss er fyri 55 granskarum, lesandi og manning í 38 kahúttum. Mesta ferðin hjá Kronprins Haakon verður 15 knob, og hann kann sigla ígjøgnum ein metur tjúkkan ís.

Har frammi á skipinum er ein hangarur, ið kann rúma tveimum tyrlum.

Kelda: tu.no