* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

25-ára gamla Sólvá er yvirmaður hjá Maersk

Tá Sólvá Túná Rúnadóttir úr Froðba var liðug sum studentur í 2013, fóru vinkonurnar út at fjakka, men hetta við ikki at vita, hvar tú skalt sova í næstu viku, var ikki akkurát nakað fyri Sólvá. Hon valdi tí heldur at fylgja sínum áhuga fyri sjólívinum og fór við skúlaskipinum Danmark. Fyri nøkrum døgum síðani fekk hon so, sum 25 ára gomul, prógv sum skipsførari.

Tað var 3. november í ár, at Sólvá fekk prógv sum skipsførari á navigatónsskúlanum í Svendborg, sum nú er partur av SIMAC (Svendborg International Maritime Academy). Av 17 skipsførarum vóru fýra kvinnur. Tó, at ein stórur meiriluti framvegis eru menn, tá tað snýr seg um navigatørar og maskinfólk, so gerst tað meira og meira vanligt at síggja kvinnur á brúnni, og einstakar í maskinuni við.

Sólvá hevur tikið útbúgving sína sum "kadettur" gjøgnum reiðaríið Maersk – tað sum eisini verður rópt "aspirantur". Hetta merkir millum annað, at hon eftir lokna útbúgving er tryggjað 12 mánaða siglingstíð sum stýrimaður á Maersk-skipi. Hon hevur nú ein junior-sáttmála, sum tað eitur.

– Tá eg so havi fingið 12 mánaðar siglingstíð, skulu tey eftirmeta mínar førleikar og út frá marknaðinum taka støðu til, um tey hava brúk fyri fleiri navigatørum. So kann tað verða, at eg sleppi at halda fram, um tað er tað eg ynski, og tey altso eru nøgd við meg, fortelur Sólvá.

Kelda: dimma.fo