* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

26 deyðadømd fyri yvirgangsætlanir móti skipum

Ein dómstólur í Kairo hevur dømt 26 persónar til deyða fyri at leggja til rættis yvirgagangsætlanir móti skipum í Suez veitini. Ongin av teimum dømdu, ið hoyra til ein Al-Qaeda sinnaðan bólk, er tó tikin til fanga enn.

Umframt at leggja ætlanir um yvirgangsatgerðir móti skipaferðsluni, vórðu tey 26 eisini dømd fyri at leggja til rættis álop á trygdarútgerð, útlendsk ferðafólk, kristin og løgreglufólk.

Ein annar Al-Qaeda sinnaður bólkur, Furqan Brigades, framdi í august í fjør eitt álop á eitt bingjuskip í Suez veitini.

Cosco Asia varð rakt av eini rakett, sum tó bert gjørdi smávegis skaða á skipið. Ongin fólkaskaði hendi undir álopinum.

Í Egyptalandi er tað óvanligt at hava rættarmál móti persónum, sum ikki eru tikin til fanga, og tískil ikki kunnu verja seg ímóti ákærunum. 

Inntøkurnar frá 192 kilometrar longu Suez  veitini eru millum týdningarmestu inntøkukeldurnar hjá Egyptalandi.

Kelda: Washington Post,