* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Leitað verður eftir einum fólki, sum ikki er komið afturíaftur eftir eldin umborð á einari indunesiskari ferju.

Bjargingarfólk leita eftir einum fólki, sum ikki er komið afturíaftur, eftir at ein ógvusligur eldur kyknaði umborð á indonesisku ferjuni, Karya Indah, leygardagin. 274 ferðafólk og manningin varð bjargað.

 

Hildið verður, at eldurin er kyknaður í maskinrúminum, men indonesisku myndugleikarnir kanna framvegis vanlukkuna.

 

Eldurin kyknaði tíðliga um morgunin, og ferðafólk í bjargingarvestum lupu í havið fyri at sleppa undan eldinum og roykinum.

 

Maritimedanmark.dk skrivar, at ferjan var á veg frá Temate í Norður Maluku til Sanana á Sulabes, tá eldurin kyknaði.

 

Kelda: Maritimedanmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=oUocRgo3fkg]
Sjónbandamyndir, tiknar umborð á brennandi ferjuni.