* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

28 pst. av øllum frálandsskipum liggja í løtuni

Nýggjasta uppgerðin hjá VesselValue vísir, at nærum ein triðingur, 28 pst., av heimsins frálandsskipum liggja í løtuni vegna vantandi arbeiðsuppgávur. Ringast sær út hjá PSV-skipunum, har heili 36 pst. eru tikin úr rakstri, meðan havsleipibátar standa seg betri við 22 pst. av skipum, sum liggja fyri teym.

VesselValue ger talið á løgdum skipum upp við at kanna øll AIS signalini hjá skipum. Skip, ið ikki hava sent út AIS signal í meira enn eina viku, verða sambært VesselValue mett at liggja uttan uppgávur. 

Kelda: VesselValue