* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Donsk reiðarí vilja hava fleiri kvinnur inn í sjóvinnuna.

28 donsk reiðarí hava skrivað undir uppá eitt stig, sum skal fáa fleiri kvinnur inn í sjóvinnuna. Tað skrivar felagið, Donsk Reiðarí, sambært Søfart.

 

Síðan januar 2020 hava alt fleiri reiðarí tikið undir við “Charter fyri fleiri kvinnum í shipping”. Undirskriftirnar binda reiðaríini at arbeiða miðvíst við at fáa kvinnur at tekkjast sjóvinnuni – og at varðveita tær kvinnur, sum longu eru í hesi vinnuni. Miða verður eisini ímóti at velja kvinnur í leiðslurnar hjá reiðaríunum.

 

Í sambandi við at alt fleiri reiðarí taka undir við ætlanini, sigur Anne Windfeldt Trolle, stjóri fyri arbeiðsmarknað, útvegan av starvsfólki og útbúgving:

 

- Vit eru ómetaliga fegin um, at so mong taka undir við hesi ætlanini. Og tað er púra greitt, at reiðaríini vilja hava fjølbroytni. Vit vóna at fáa upp aftur betri yvirlit við gjølligari greining, sum aftur kann fáa meira ferð á ætlanina, sigur hon.

 

Endamálið við greiningini er at fáa yvirlt yvir, hvørjum størvum, kvinnur í dag sita í, men eisini hvørjar møguleikar og forðingar, hesar kvinnur síggja, millum annað ágang av ymsum slag.

 

Kelda: Søfart