* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ever Liberal hevur mist 36 bingjur í havið út fyri japansku strondina.

Vánaligt veður út fyri Japan fyri nýggjár var orsøkin til, at eitt av bingjuskipunum hjá Evergreen, Ever Liberal, misti 36 bingjur í havið, meðan 21 aðrar bingjur umborð vórðu oyðilagdar. Reiðaríið er nú farið at leita eftir mistu bingjunum.

 

8.452 teu stóra Ever Liberal var á veg úr Busan til Los Angeles, tá tað kom í illveður út fyri japansku strondina. Fleiri røðir av bingjum losnaðu, og 36 endaðu í havinum, meðan 21 bingjur vórðu oyðilagdar.

 

Sambært reiðarínum var onki vandamikið góðs í bingjunum.

 

Skiparin á Ever Liberal setti seg beinanvegin í samband við japansku vaktar- og bjargingartænastuna at ávara um mistu bingjurnar, fyri at forða fyri vanda fyri skipaferðsluna.

 

Ever Liberal er nú á veg til Taipei í Taiwan. Har skulu oyðiløgdu bingjurnar takast úr skipinum, og síðan verður farið at kanna restina av bingjunum umborð. Tá tað er gjørt, er ætlanin at halda fram til Los Angeles.

 

Kelda: Maritimedanmark