
Tollarar hava funnið 36 kilo av kokaini í einum tolleftirliti í Århus havn. Kokaini varð funnið í eini kølibingju, sum tveir tollhundar fóru inn í, tá kølibingjan av tilvild varð vald út at kannast í landi á havnini.
- Tá ið tollararnir lótu bingjuna upp, gjørdu hundarnir beinanvegin vart við seg av kokain-luktinum í bingjuni. Aftanfyri eina plátu í kølielementinum funnu tollarar fleiri svartar sekkir og grønar pakkar, sum við nærri kanning vístu seg at innihalda kokain, sigur Michael Lund, eftirlitsstjóri í Tollstýrinum.
Hann sigur kokainfundin ver hin størsta, sum stýrið hevur funnið í longri tíð.
Løgverjan í Eysturjútlandi fekk síðan málið til víðari kanning. Løgverjan er framvegis í gongd við kanningarnar og vil einki meira siga um málið í løtuni.
Ongar upplýsingar eru um, hvat skip talan er um, sum hevði kølibingjuna við kokaininum umborð.
Kelda: Maritimedanmark