* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nevndin hjá 3F sjómonnunum ávara í opnum skrivi til stjórnina og fólkatingið ímóti at víðka lógina um donsku altjóða skipaskrásetingina til eisini at umfata frálandsskip. Nevndin tók í gjár dygga frástøðu frá uppskotinum hjá stjórnini um Discount skráseting fyr donsk frálandsskip.

Stjórnin, Danski Fólkaflokkurin og sosialdemokratiskir borgarstjórar stuðla uppskotinum um sosiala dumping á donskum skipum og á donskum arbeiðsplássum.

Ein slík lóg fer at bera í sør, at reiðarí og oljuvinnan fara at velja sjófólk og aðrar meðarbeiðarar við donskum sáttmálum. Tað ber í sær upp aftur størri sosiala dumping innan frálands skipaferðsluna.

"Um vit skulu sleppa undan upp aftur størri sosialari dumping skal tryggjast, at tað eru sjófólk við donskum sáttmálum, sum í framtíðini manna donsku frálandsskipini, eins og galdandi er fyri danskar ferjur," leggur 3F dent á í skrivi sínum.

Kelda: 3F Sømændenes bestyrelse