* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

40 av 80 akkerhandfaringarskipum arbeiðsleys

Av teimum 40 akkerhandfaringarskipunum, sum eru arbeiðsleys kring heimin í løtuni, vænta greinarar, at fá fara at koma afturíaftur og fáa nýggjar uppgávur.

Tey størstu skipini at ankra og flyta boripallar kosta vanliga eina hálva miljard krónur at byggja.

Í løtuni liggja 40 av teimum - umleið helvtin av alheims flotanum - við bryggju og gnaga gummi.

Samstundis eru dagsleigugjøldini framvegis í botni.

Ein kanning hjá greiningarfyritøkuni Kepler Cheureux vísir, at tey fægstu arbeiðsleysu skipini koma afturíaftur í kappingini á marknaðinum.

Greinararnir halda, at skip, ið eru bygd fyri aldarskiftið, neyvan koma í vinnu aftur. Talan er um 12 skip. Harumframt lúka tjúgu skip ikki klassakrøvini næsta ár.

Norska frálandsfelagið Siem Offshore er eitt av reiðaríunum, ið siglir í tungum sjógvi í løtuni. Úrslitið hjá felagnum vísti minni inntøkur og økt undirskot í triðja ársfjórðingi, og felagið væntar, at næstu 12-18 mánaðirnir verða harðir at koma ígjøgnum.

Í fjør endaði desember við botnmeti á spottmarknaðinum hjá frálandsflotanum. Í ár kan tað sambært greinarunum hjá Westshore gerast upp aftur verri, tá havt verður í huga, hvussu fáir pallar eru úti og bora um ársskiftið.

Westshore ávarar um ein truplan vetrarmarknað fyri akkerhandfaringarflotan, tí fleiri pallar verða lagdir í vetrarmánaðunum. Tó vænta tey, at reiðaríini fara at bíða við at leggja fleiri skip við bryggju.

-Eg vænti, at reiðararnir fara at bíða sum longst, og tá tann tíðin kemur, kann tað síggja somikið ljóst út úti í havsbrúnni, at teir kortini velja at halda út, sigur marknaðargreinarin Inger-Louise Molvær í Westshore við norska Finansavisen.

Kelda: maritime.no