* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Mett verður, at 4.000 seyðir doyðu í august í fjør av hitaslagi umborð á skipinum Bader III hjá Livestock Shipping Service. Skipið var á veg úr Fremantle í Vesturavstralia til Qatar, tá hitin í Arabiska Flógvanum fór uppum 40 stig. Seyðirnir doyðu eftir einum hálvum tíma.

"Hetta er ringasta djóravanlukkan á havinum í nýggjari tíð og eitt fordømandi dømi um, hvussu stjórnin heldur fram við at svíkja livandi djór, ið verða útflutt. Um so nógvir seyðir doyðu á veg til eitt sláturvirki í Avstralia um árið, hevði tað fingið rættaravleiðingar fyri tey, ið høvdu ábyrgdina", sigur Lee Rhiannon senatorur.

Livestock Shipping Service var longu undir eftirliti av samveldis myndugleikunum fyri skammfaring av djórum, áðrenn hendingina í august. Fyritøkan hevur tó so seint sum síðsta vikuskiftið avskipað enn eina last av seyði úr Perth, hóast tað eru 44 hitastig. 

"Einasta máti at steðga hesi dýrapínsluni er at steðga útflutningi av livandi djórum og enduruppbyggja kjøtframleiðslu okkara og at útflyta kjøtið í kølibingjum", sigur Lee Rhiannon.

Sambært avstralska Department of Agriculture vóru útflutningsinntøkurnar frá útflutningi av djórum í 2009 upp á 996,5 miljónir avstralskar dollarar, og umleið 10.000 fólk kring alt landið vóru knýtt at vinnuni.

Deildin sigur, at uppskot um heilt at avloysa útflutningin við kølaðum og frystum kjøti ikki tekur atlit til mentanarligu siðirnar fyri frískum slaktaðum kjøti í londunum í Miðeystri.  

Umleið 20.000 seyðir úr Avstralia doyggja undir livandi flutningi á skipum á hvørjum ári, orsakað av hita, strongd, sjúku, skaða og at teir lata vera við at eta óvonu føðina umborð. 


Kelda: The Sydney Morning Herald.