* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Danska reiðaríið, Torm, hevur gjørt av at seta skrubbarar í helvtina av skipum sínum.

4000 skip hava skrubbarar í 2020

Samtakið av skrubbaraframleiðarum roknar við, at 4000 skip hava fingið skrubbarar, tá skerpaðu reglurnar hjá IMO um svávulútlát koma í gildi 1. januar í 2020. Um talan verður um ein góðan handil, er framvegis óvist, tí velur millum annað Torm eina millumloysn.

 

Ráðgevarafyritøkan, CE Delft, sum arbeiðir fyri IMO, sigur 3.000. Klassafelagið, DNV GL, sigur 3.500, meðan samtakið av skrubbaraframleiðarum, EGCSA, væntar, at 4.000 skip hava skrubbarar í 2020.

 

Men avgerðin at seta skrubbarar í skip er framvegis trupul, tí enn veit ongin prísin á olju við lágum svávulinnihaldi, sum er alternativið til skrubbararnar. Tað hevur danska, Torm, tikið avleiðingarnar av, og hevur avgjørt at seta skrubbarar í 34 av skipum sínum, tað er umleið helvtin av øllum skipunum hjá reiðarínum.

 

- Rationalið er, at vit síggja skrubbarar sum ein hátt at liva upp til nýggju krøvini. Í staðin fyri at siga, at vit eru eitt reiðarí, sum skal hava skrubbarar á øll síni skip – ella alternativt als ongan skrubbara, hava vit gjørt av at setta skrubbarar í tey skipini, har tað gevur mest meining, sigur Jacob meldgaard, stjóri í Torm.

 

IMO tók í 2017 avgerð um at minka svávulútlátið.

 

Kelda: Maritime Danmark