* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

50 risatangaskip eru flótandi oljugoymslur

Eitt fall í rávøruprísinum upp á 10 prosent síðani síðst í mai mánaða, hevur fingið íleggjarar at keypa olju og goyma hana umborð á risatangaskipum í vónini um, at prísirnir skjótt fara upp aftur. Í løtuni virka meira enn 50 risatangaskip sum flótandi oljugoymslur.

“Meira enn 70 prosent av risatangaskipunum, ið verða brúkt sum oljugoymslur, liggja fyri akkeri út fyri Singapore og í Malaccasundinum”, sigur Nick Pugh, tangaskipamarknaðargreinari í Affinity, við TradeWinds.

Vanliga er talan um eldri tangaskip, ið verða brúkt at goyma ráolju, tí hetta slagið av skipum fær lægstu dagsgjøldini á spottmarknaðinum.

Støddin á teimum flótandi oljugoymslunum kom í hæddina í juli í fjør, tá 95 miljónir tunnur av ráolju vóru á goymslu á sjónum.

Kelda: Tradewinds