* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Caroline S í einari bjargingarvenjing.

60 ár: Siglir framvegis javnan í donskum sjógvi

Tá ið fyrsta skipið av hesum slagnum varð smíðað, var tað ímyndin av skiftinum frá seglskipum við hjálpimotori til motorstálskip. Skjótt kann tað seinasta skipið av hesum slagnum, Caroline S, hátíðarhalda 60 ára dagin.

 

Næstan 60 ár eru liðin, síðan Caroline S varð smíðað, og framvegis siglir hetta strandafarmaskipið javnan ímillum donsku oyggjarnar – serliga í Suðurfjónska oyggjarhavinum.

 

Eitt felag í Svendborg eigur í dag skipið, og tað fær ongan almennan stuðul. Sjálvboðin við stórum áhuga fyri skipinum, reka tað.

 

Ringurin kring Caroline S eru umleið 60 sjálvboðin fólk. Nøkur sigla, meðan onnur halda skipið viðlíka. Tá skipið til dømis siglir í samdøgurrakstri við fiskafóðri, krevur tað í minsta lagi 5-6 sjálvboðin.

 

Í løtuni er eitt sindur trupult at finna fólk, sum kunnu taka sær av maskinuni, einari 265 hestar MaK-diesel.

 

- Óneyðugt er at hava maskinmeistaraútbúgving, vit standa fyri upplæringini. Men dámar tær eldri og mergjaða tøkni, ert tú væl komin at venda tær til okkara, sigur skiparin, Niels Strand.

 

60 ára føðingardagurin verður hátíðarhildin við maritimum tiltøkum.

 

Kelda: Maritime Danmark