* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fyrsti norski sjúkrabáturin, AB Samaritan, líktist einum \"rasarabáti\".

Í ár eru 70 ár síðan Noreg fekk sín fyrsta sjúkrabát – ella ambulansubát, sum tey róptu tað. Tað var hjálparherurin hjá Reyða Krossi í Ålesund, sum útvegaði sjúkrabátin í 1951.

 

Handan ætlanina lá hugsanin og hugskot frá áðrenn annan veraldarbardaga um at útvega Sunnmøre-økinum ein sjúkrabát við heimstaði í Ålesund.

 

Sjúkra- og læknaflutningur í tíðini áðrenn kríggið var ógvuliga gamaldags við vanligum fiskiførum og opnum maskinbátum (líktust nógv føroyska bátinum), sum á ongan hátt hóskaðu til endamálið. Lítil ferð, ónossligar og vánaligar umstøður, og avmarkað røkt av sjúklingunum førdi mangan til óneyðugar skaðar og líðing.

 

Tað lá í luftini, at neyðugt var við betri flutningsmøguleikum, men kríggið útsetti ætlanina. Tá kríggið nærkaðist endanum, kom gongd á aftur, og 28. februar í 1945 flutti Reyði Krossur 50.000 krónur í ein bátagrunn.

 

Tá friður aftur var í heiminum, eisini í Noregi, varð avgjørt at smíða ein 36 fót langan bát. Nógvar forðingar vórðu á leiðini, men hin 13. mars í 1951 varð AB Samaritan, sum nýggi sjúkrabáturin æt, handaður. Kostnaður var 120.000 norskar krónur íalt.

 

Nú hevði Reyði Krossur í Ålesund fingið ein tættbygdan motorrasara. Ein góður bátur, sum skjeyt seg gjøgnum aldurnar – altíð ávegis at hjálpa og bjarga fólki.

 

Hann hevði tveir General Motors Diesel-motorar upp á 225 hk hvør við 2100 snúningum. Ferðin var upp í 16 míl. Báturin hevði tveir oljutangar, ið tóku 1.400 litrar íalt, og  hann kundi sigla í 18 tímar uttan at bunkra.

 

Kelda: Maritimt.com