* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

700 fólk í norska frálandsvirkseminum í verkfall

Fakfelagið Safe og norska Reiðarafelagið komu ikki ásamt um ein nýggjan sáttmála.

 

Mánadagin samráddust fakfelagið Safe og norska Reiðarafelagið, sum er fakfelag hjá feløgum, ið reka boripallar, um nýggjan lønarsáttmála. Partarnir høvdu freist til á midnátt at finna eina loysn, men tann loysnin kom ikki á borðið.

 

Verkfall

Hilde-Marit Rysst, leiðari í Safe, váttar, at nú verður verkfall.

 

- Út frá krøvum okkara bar ikki til at skriva undir ein nýggjan samlaðan sáttmála, sigur Hilde-Marit Rysst við miðilin sysla.no.

 

Safe metir, at fólk á boripallum hava havt eina vánaligari lønarskipan enn onnur í oljuvinnuni seinnu árini.

 

Samráðingarleiðari hjá Reiðarafelagnum hevur verið Jakob Korsgaard, forstjóri í Maersk Drilling Noreg. Hann váttar eisini, at tey kundu ikki koma til eina endaliga semju við fakfelagið Safe.

 

- Um vit samanbera krøvini hjá Safe við onnur viðurskifti í landinum, ja, so eru krøvini hjá Safe heilt burturvið og órímilig. Samráðingarleiðarin hjá Safe er púra ábyrgdarleysur í hesum høpinum, sigur Jakob Korsgaard.

 

Samráðingarnar hava fyrst og fremst snúð seg um lønarviðurskiftini og um eftirløn. Frammanundan hevði Hilde-Marit Rysst gjørt greitt, at  eftirlønarkrøvini lógu fremst. Fakfelagið Safe heldur, at norska Reiðarafelagið ætlar at gera gávueftirlønarskipanina vánaligari fyri tey, sum arbeiða á boripallunum í dag.

 

Sysla.no skilir, at kravið hjá Safe er, at lønin hjá ófaklærdum hækkar við 50.000 krónum um árið, tað er tað sama sum 8 prosent lønarhækkan.

 

Safe boðar nú frá, at tey sløku 700 arbeiðsfólkini, sum nú fara í verkfall, skjótt kunnu vaksa við fyribils 1000 fólkum áftrat.

 

Kelda: Sysla.no