* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

72 skip á land í Norra í fjør

Ikki færri enn 72 skip fóru á land framvið norsku strondini í fjør. Í 2016 var talið 69, skrivar Fiskaren.

Seinastu fýra árini eru í miðal 75 skip farin á land um árið, og hetta er alt ov høgt, sigur norska vaktar- og bjargingartænastan, sum nú ætlar at taka stig til at fáa talið niður.

Hóast eftirlitsflogfør og fylgisveinaeftirlit saman við øðrum trygdartiltøkum forða fyri óhappum hvønn dag, ávirkar hetta ikki talið á óhappum stórvegis.

Tí umhugsa norsku myndugleikarnir í fyrsta umfari at økja eftirlitið upp aftur meira.

10 óhapp hava síðani 2000 havt við sær størri ella minni oljudálking framvið strondini.

Orsøkirnar til óhappini eru fleiri – eitt nú botnviðurskiftini, mongu hólmarnir og skerini og tætta skipaferðslan, vísir norska vaktar- og bjargingartænastan millum annað á.

Kelda: fiskaren.no