* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

797 skip undir norskum flaggi

Broytingar í maritimu rammutreytunum í Noregi hava ført til, at áhugin at skráseta skip undir norskum flaggi er øktur. Hetta er tekin um skilagóðan sjóvinnupolitikk, verður sagt.

 

Um mánaðarskiftið september/oktober 2018 vóru 1.788 skip í norska uttanríkisflotanum. Tað var tað sama sum 47 milliónir tons deyðvekt. Talið á skipum, sum eru undir NIS ella NOR – tað, sum svarar til FAS í Føroyum, er 797.

 

- Norska flaggið styrkist í hvørjum. Tað hevur stóran týdning fyri ávirkanina, sum Noreg kann hava á úrslit, har avgerðir á altjóða sjóvinnupallinum verða tiknar, verður sagt.

            

Sambært norka Reiðarafelagnum eru 664 turrlastskip í flotanum, 592 frálandsskip, 233 kemekaliuskip, 162 tangabátar, 112 gasstangabátar og 24 ferðamannaskip. Haraftrat koma 37 frálandspallar, sum eru undir norskum ræði, og 7 framleiðsluskip.

 

Ordrabókin er økt úr 32,9 milliardum upp í 38,7 milliardir norskar krónur: 19 kemikaliuskip, 12 ráoljuskip og 10 gasstangabátar.

 

Kelda: Skipsrevyen