* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

87 ára gamalt kaðalskip í langferð

Danska kaðalskipið Henry P. Lading er farið úr Kalundborg við kós móti Senegal, har tað skal leggja tvær ferðir 3400 metrar long rør út á havbotnin. Sleipibáturin Bauge togar tann 87 ára gamla prámin longu leiðina til Afrika. Ferðin fer væntandi at taka tríggjar vikur.

”Tey bæði rørini skulu leggjast úr landi og út til eina frálands støð í landsynning úr Dakar í Senegal, har eitt stórt taðingarvirki liggur. Annað rørið skal brúkast til innflutning av ammoniakki, meðan hitt skal brúkast til flutning av fosforsýru, sum síðani skal útflytast”, sigur Kell Thyssen, stjóri fyri altjóða verkætlanum hjá J.D. Contractor, sum eigur kaðalskipið, við TV Kalundborg.

Hetta er ikki fyrstu ferð, kaðalskipið er í Senegal. Rørini, sum nýggju rørini skulu avloysa, legði H.P. Lading í 1983.

Søgan hjá kaðalskipinum gongur heilt aftur til 1930, tá tað varð bygt sum tangaskip í Onglandi undir navninum Peter Hurll.

Í 1948 varð tað umdoypt til Esso København og varð í 1963 sent til upphøggingar. Men partar av skipinum sluppu undan skeribrennarunum og endurreistust sum kaðalleggjarin Henry P Lading, sum J.D. Contractor hevur átt síðani ár 2000.

Gamlan dáman er ikki óvon við langar ferðir. Umframt í Senegal hevur H.P. Lading áður gjørt uppgávur í Kanada, Kosta Rica, India og Íslandi,

Kelda: maritimedanmark.dk