* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Býarmerki verður tikið niður.

90 metrar høgt býarmerki fellir við einum braki

Tað var størsti og kostnaðarmiklasti kranin, tá hann varð settur upp fyri 25 árum síðani. Men eftir 16 ár í trúgvari tænastu, varð kranin í havnini í Burnie í Tasmania tikin úr rakstri í 2010. Og fyrradagin varð hann tikin niður.

 

Kostnaðurin var 12 milliónir dollarar, og hann kundi lyfta 80 tons. Størri krana høvdu tey ikki sæð í Tasmanina, tá 90 metrar høgi kranin varð settur upp í 1994 sum liður í einari størri havnarútbygging í Burnie.

 

Eftir at hava staðið óvirkin í níggju ár, skuldi kranin beinast burtur fyri at geva pláss fyri øðrum virksemi í havnini. Tí heitti havnin á eitt felag um at taka kranan niður – við skili.

 

Nógvir áskoðarar vóru savnaðir saman í havnini fyri at uppliva løtuna, tá sjálvt býarmerkið varð tikið niður.

 

Kelda: Maritimedanmark


 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=f97GDiLIBOw]
SJÓNBANDAUPPTØKUR: Ein 90 metrar høgur krani verður tikin niður.