* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

90 pst. fara at halda nýggju svávulreglurnar

Oljurisin BP væntar, at meira enn 90 pst. av heimsins skipaflota fara at halda nýggju reglurnar, ið lækka markið fyri svávulútláti úr 3,5 pst. til 0,5 pst. frá 1. januar 2020. Hetta er ein munandi størri partur, enn fyrr roknað við.

“Møgulig vantandi lúkan av nýggju reglunum er eitt týðandi mál, sum øll vinnan við stúran hevur arbeitt við,” segði stjórin í BP fyri destillathandli á ráðstevnu í New Orleans.

Men sambært BP fara bert umleið 9 pst. av flotanum ikki at halda nýggju reglurnar, tá tær koma í gildi. Og tað er munandi minni partur, enn metingarnar hjá øðrum greinarum, sum siga, at umleið 30 pst. av skipunum ikki fara at halda reglurnar.

Sjóvinnustovnurin hjá ST, IMO, hevur áður staðfest, at ongi undantøk vera fyri at halda reglurnar, eins og implementeringin av nýggju reglunum ikki verður útsett, óansæð um vinnan tekur neyðugu stigini til tess at kunna lúka tær.

Kelda: Reuters