* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Á skúlabonki umborð á Draganum

Í dag var ein flokkur frá Sjónám umborð á Draganum og lærdi at seta segl, reba og binda seglini upp.

Hans Eli Hansen, sum í mong ár hevur verið ein av headmonnunum á Draganum og annars undirvíst nógv í sjómannskapi í valfakunum hjá fólkaskúlanum, greiddi hegnisliga frá.

Talan var um ein flokk, sum tekur sonevda reyðfiskaprøvan, sum tekur hálvt ár, ið fekk roynt seg á dekkinum á Draganu hesa løtuna.

Veðrið var eisini av tí allar fagrasta, so tað kom væl við at vera á skipsdekki, heldur enn at sita inni í flokkshølinum. 

Orð & Myndir: Dávur Winther