* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Á veg til Norra við 24.000 tonsum

Risastóri yvirbygningurin til Statoil-økið Aasta Hansteen verður ætlandi frammi í morgin. Statoil hevur nú sent út eina video um fráferðina hjá velduga yvirbygninginum frá skipasmiðjuni í Ulsan í Suðurkorea við kós ímóti Norra, uml. 14.500 fjórðingar burturi.

Heavylift skipið Dockwise White Marlin fór avstað við teimum 24.000 tonsunum síðst í september og sambært AIS-dátu skuldi skipið verið frammi við last síni á norska gassøkinum í morgin.

Her skal yvirbygningurin setast á eitt risastórt undirstell upp á 46.000 tons, sum kom fram 18. juni. Statoil er fyristøðufelag á økinum við Wintershall, OMV og ConocoPhillips sum partnarum.

Her er reportasjan frá fráferðini og samrøður við nakrar av lykla meðarbiðarunum hjá Statoil.




Kelda: Offshore Energy Today.