* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Havnin í Hamburg 1938.

Á vitjan í havnini í Hamburg í 1938

Her hevur tú møguleika at ferðast meira enn 80 ár aftur í tíðina og vitja størstu havnina í Tysklandi - eisini tá - Hamburg.

Kurt Lehfeldt, bakarameistari, var ikki bara óførur at baka, hann var eisini ein dugnaligur amatørfotografur, og hann brúkti bæði sjáldsamar og kostnaðarmiklar litfilmir til upptøkur sínar.

Filmsrullurnar hjá bakarameistaranum eru nú talgildar og kliptar saman til ein nærum 36 min. sjónbandaupptøkur, har tú bæði hoyrir frásøgumann og ljóð frá arbeiðinum í havnini.

Set teg væl til rættis og ferðast aftur í tíðina - til havnararbeiði í Hamburg.

Kelda: You Tube

ES. Skuldi sjónbandabrotið ikki rigga, so ber í øðrum lagi til at fara inn á Youtube við hesari leinkjuni:

https://www.youtube.com/watch?v=j3epEHH8Ejk

Ella skriva inni á Youtube: Hamborg harbour 1938
[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=j3epEHH8Ejk]
36 min. frálíkar amatørupptøkur av arbeiðinum í havnini í Hamburg í 1938 - í litum.