* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
ABB hevur ment eina nýggja ravlaðs-goymsluskipan til skip.

ABB kemur nú við einari orkugoymslu- og “powerskipan” við ravlaðsstreymi (battarístreymi) til verandi skip – pakkað inn í eina vanliga 20-fóts bingju. Fleiri ymisk skipasløg kunnu nýta hesa skipanina, sum er ein sonevnd “plug-and-play-loysn”.

 

Økti eftirspurningurin eftir veðurlagsvinarligum loysnum til skip er orsøkin til nýggju skipanina, sum sambært ABB er ein fullkomin, liðugt uppsett eind, ið kann sameinast við verandi orkuskipanir í skipunum.

 

“Brennievnissparing, minni útlát og økt trygd og viðlíkahald skumpar undir eftirspurningin eftir orkugoymsluskipanum til nýsmíðað skip, og sovorðið hevur ABB royndir við. Við okkara ravlaðsloysn í einari bingju kunnu vit bjóða somu fyrimunir til verandi skip við einari “non-stop eftir-uppsetingarloysn,” sigur Jyri Jusslin, tænastuleiðari hjá ABB.

 

Loysnin er góð til mong ymisk skipasløg, til dømis til veitingarskip í frálandsvinnuni. Hjá hesum skipum kann tað koma serliga væl við, tí plássið til elektriskar skipanir umborð er avmarkað. Bingjuskip, ferjur, boriskip og onnur skipasløg kunnu eisina njóta gott av fleksiplum og útreiðslusparandi orkugoymslu-tøkni, skrivar ABB.

 

Kelda: ABB / Maritimedanmark