* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ábyrgdarleys sigling í Stórabelti

Vessel Traffic Service hjá donsku sjóverjuni forðaði um dagarnar fyri, at eitt bingjuskip fór á land út fyri Kalundborg. Tað var bingjuskipið MSC Malin, ið er skrásett í Panama, sum var nær við at sigla á land undir eini yvirháling í Stórabelti.

Skipið var á veg suðureftir, tá tað í tøttum mjørka yvirhálaði tvey onnur skip út fyri Kalundborg. Efter at vakthavandi á Vessel Traffic Service hevði kallað á skipið, broytti tað kós, og slapp sostatt undan at fara á land.

MSC Malin er 203 metrar langt og hevur eina deyðvekt upp á 21.370 tons. Tað stingur 9,4 metrar, og undir yvirhálingini sigldi tað móti grunnum vatni, har dýpdin bert er upp á 5,9 metrar. 

Tað fara umleið 27.000 skip ígjøgnum Stórabelt um árið. Í fjør vóru 45 tilburðir, har álvarsamar støður kundu spurst burturúr, um ikki Vessel Traffic Service hevði vegleitt skipunum.

Kelda: Vessel Traffic Service Storebælt