* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Singapore

Aðalfundur á Vinnuháskúlanum

 Aðalfundur hjá Antares

Fríggjadagin 15. Februar hevði Antares, áhugafelag teirra, ið arbeiða uttanlanda, aðalfund á Vinnuháskúlanum.

Umframt tey formellu viðurskiftini fyri sjálvan fundin, eru á skránni formansfrágreiðing, nevndarval,viðgerð av innkomnum málum og ymiskt.

Árið 2012 hevur verið sera hendingar ríkt fyri felagið, serliga viðvíkjandi skatta- og eftirlønarviðurskiftunum hjá teimum, ið arbeiða uttanlanda. Tað merkti eisini formanfrágreiðinginamunandi, at hetta hevur kravt nógva orku og nógva tíð.

Formansfrágreiðingin

Tey stóru málini hesum viðvíkjandi eru nú komin uppá pláss. So hóast onkrir snøklar eru eftir at fáa greiðu á, eigur 2013 ikki í sama mun at gerast so orkukrevjandi sum 2012.Føroysku skattaviðurskiftini hjá fólki, ið arbeiða í útlandinum, eru nú rættiliga greið og væl einfaldari enn áður.

Truppuleikin við skatting av eftirlønum hjá teimum, sum arbeiða í útlondum, hava útlendskan arbeiðsgevara og útlendskan eftirlønarveitara er eisini loystur. Eisini á sosiala økinum hevur Antares skipað fyri einum hópi av tiltøkum. Sjófólk eru í stórum vanda fyri at gerast sosialt isoleraði her heim. 

Tað hava vit valt at gera nakað við og skipa tí regluliga fyri ymiskum tiltøkum, so sum útferðum og veitslum. Eisini hittast limir og onnur áhugað einaferð um vikuna fast hvønn fríggjamorgun til kaffi og hugnaprát á nøkrun føstum støðum kring landið. Hesi tiltøk eru rættiliga væl vitja.

Nevndarval

Nevndin var afturvald og skipaði seg sum áður. Formaður er Dánjal J. Meinertsson, næstformaður Karlot Hergeirson, skrivari Martin Sonny Frederiksen, 2.skrivari Magni Skaale, kassameistari Herluf Vang, 2.kassameistari Bárður Laksáfoss. Nevndarlimir eru Jónhard Petersen og Bjarki Fjørdal.

Innkomin mál

Undir innkomnum málum var tað serliga lógarbroyting av stórum týdningi. Felagið og virksemi tess er vaksi sera nógv seinasta hálvtannað árið. Frá 143 limum miðskeiðis í 2011, hevur felagið nú omanfyri 450 limir. Eisini er spenni í limaskarðanum vaksi munandi. Virksemið hjá nevndini hevur avspegla hetta eisini. Tí var neyðugt at gera munandi tillagingar í lóg felagsins. Ein nógv broytt lóg var soleiðis samtykt á fundinum.

Ymiskt

Til seinast hevði Vilhjálmur Gregoriussen, stjóri á Vinnuháskúlanum eina sera áhugaverda framløgu um sjóvinnuútbúgvingar og tær avbjóðingar sum altjóða reglugerðir seta fyri útbúgvingarnar tey næstu árini. Og sigast má at føroysku útbúgvingarnar eur væl við á hesum øki.

Nevndin takkar teimum sum luttóku á fundinum og øllum teimum góðu kreftum, sum vit hava samstarva við í farna ári.


Kelda: www.antares.fo